Cook Along #2: Tacos

Seinni í februar vera bæði Felisia og Tjoðhild í Mexico, og tí er tað upplagt at næsta Cook Along fer at snúgva seg um mexicanskan mat: TACOS!

Tacos er ótrúðliga lættur matur at gera - um tú kennir tey røttu fiffini. Og so smakkar tað eisini framúrskarðandi.

Tey røttu fiffini lærir tú á Cook Along # 2!

Vit gera tacos ‘online og live’ úr okkara lítla køki í Mexico City, og tit fylgja við og gera tacos heima í tykkara køki. Ein hugnalig løta, við møguleika fyri at læra eina rúgvu!

Vit senda tær innkeypslistan dagin fyri, so at vit øll eru klár at gera mat, tá ið vit byrja - tað ber tó eisini til at bara hyggja og læra (og munga ;) ).

Nær: Mikukvøldið 26. februar kl 18.00-19.00 - og so er klárt at eta!

Hvar: Online - tú kanst fylgja við live, ella hyggja eftir upptøkuni einaferð seinni, tá ið tað passar tær. Tú fært upptøkuna sendandi dagin eftir.

Hvør: Felisia Helmsdal & Tjóðhild Patursson

Prísur: 269 kr (við í prísinum er live verkstova, upptøka av verkstovuni, umframt at tú fært uppskriftornar frá verkstovuni sendandi)

P.s. Larmandi børn og annað gerandistrummerum er vælkomið! Hetta er ein verkstova til okkum sum liva í veruliga lívinum! Og vit kunnu altíð trýsta á ‘mute’ ;)

Vanligir spurningar:

Fái eg ein innkeypslista sendandi?

  • Ja, tú fært inkkeypslistan sendandi dagin fyri, soleiðis at tú kanst keypa inn og vera klár/ur til at gera matin tá ið vit byrja.

Cook Along, merkir tað at eg skal gera mat samstundis sum tit?

  • Tað merkir, at tú kanst gera mat stundis sum vit, men tú kanst eisni bara hyggja og læra (og munga), og so brúka tað sum inspiratión til at gera matin ein annan dag.

Fái eg uppskriftirnar sendandi?

  • Ja, tú fært uppskriftirnar sendandi dagin eftir verkstovuna - saman við upptøkuni av verkstovuni.