Cook Along #3: Veitslumáltíðin

Fríggjakvøldið er okkara seinasta vikuskiftið í Mexico, og vit hava bjóða øllum okkara mexicansku vinfólkum í veitslu - og eingin veitsla uttan góðan mat, vín og ein serliga góðan apertif!

Burdi tú ikki eisini hildi eina veitslu? Tað er altíð okkurt at hátíðarhalda. Kanska hevur tú føðingardag? Kanska hevur tú júst vunnið 3 milliónir í lotto? Um ikki, so ber ALTÍÐ til at hátíðarhalda lívið, kærleikan og vinarlag! Melda teg til COOKALONG#3, bjóða vinunum framvið, opna eina fløsku av víni, og so er veitslan í gongd!

Vit senda tær innkeypslistan, og saman gera vit eina rimmar veitslumáltíð!

Men ikki nokk við tí - vit læra teg eisini at gera ein lekkran Gravskitnan Martini - besta byrjanin uppá eina góða veitslu!

Og so sjálvandi okkurt smátt søtt omaná!

Til COOK ALONG #3 lærir tú millum annað um:

  • At velja vín til matin (yes, vit senda tær eisini nøkur preið um hetta áðrenn verkstovuna, so at tú nært at keypa inn ;) )

  • At gera ein Gravskitnan Martini

  • At braissera kjøt

  • At fáa umami-smakkin fram í mati

  • At smakka matin til

  • At gera eitt genialt eplamos (sum IKKI er klistrutt og kleiggjutt!)

  • At skipa seg í køkinum, so at man kann vera saman við gestunum, heldur enn at stressa <3

Nær: Fríggjakvøldið 28. mars kl 19.00-21.00 - og so er klárt at eta!

Hvar: Online - tú kanst fylgja við live, ella hyggja eftir upptøkuni einaferð seinni, tá ið tað passar tær. Tú fært upptøkuna sendandi dagin eftir.

Hvør: Felisia Helmsdal & Tjóðhild Patursson

Prísur: 269 kr (við í prísinum er live verkstova og upptøka av verkstovuni - COOK ALONG er absolutt bíligasta verkstovan vit halda, og tú fært NÓGV fyri pengarnar)

P.s. Tú ert hjartaliga vælkomin at bjóða øllum tínum vinum heim í tín køk at vera við í matgerðini - tað kostar einki eyka! Óansæð hvussu nógv fólk tit samlast. So savna allan vinaskarðan, geri mat saman (og saman vi okkum), læri eina rúgvu og eti síðani eina deiliga máltíð saman - so er veitslan byrja! ;)

Matskráin verður hendan:

At nippa til ímeðan tú/tit gera mat, og/ella tá ið fyrstu gestirnir koma

Oliven fyltar við bláum osti

Oliven fyltar við hvítleyksosti

Kips við súrróma og kaviar (ella øðrum rognum)

Gravskitin Martini

Til borðs

Høsnarungalør braisseraði í hvítvíni og sinoppi

Mjúkt eplamos

Brokkoli við snerktum hasselnøtum

Vín

Omaná

Surprice!

Og meira vín <3

Vanligir spurningar:

Fái eg ein innkeypslista sendandi?

  • Ja, tú fært innkeypslistan sendandi seinast morgunin fyri, soleiðis at tú kanst keypa inn og vera klár/ur til at gera matin tá ið vit byrja.

Cook Along, merkir tað at eg skal gera mat samstundis sum tit?

  • Tað merkir, at tú kanst gera mat stundis sum vit, men tú kanst eisni bara hyggja og læra (og munga), og so brúka tað sum inspiratión til at gera matin ein annan dag.

Fái eg tips uppá hvussu eg tekni mín eyelinara líka pent sum Felisia?

  • Ja, sjálvandi!

Fái eg at vita hvussu man fær líka pent hár sum Tjóðhild?

  • Of course!