Styrk tína sodning, við at læra at gera títt egna jogurt


Hevur tú trupuleikar við tíni sodning?

Nógv hava trupuleikar við sodningini. Summi av og á, og onnur næstan konstant. Og hetta kann ávirka bæði svøvn, orku, sinnalag, lívsgleði og okkara heilsu annars.

Vit hava øll ymiska samanseting av bakterium í okkara búkum - ein partur er tað vit fingu frá mammu okkara ávegis inn í hendan heimin og ein partur er tað vit fingu við móðurmjølkini. Ella ikki fingu, um vit ikki fingu bróst. Og sumt er komi, ella horvið, av teimum tí lísstílinum sum vit annars hava havt gjøgnum lívið. Og tað er gott at vita; tí hetta merkir, at tað ber til at broyta okkara bakteriuflora - bæði til tað betra, og til tað verra.

Um tú ert ein av teimum, sum heldur at tín sodning kundi gingið betur og lættari - og harvið vilt loysa lívsorku til okkurt annað (enn bara at sodna mat), so vil eg so sera fegin hjálpa tær ávegis.

Tí eg havi arbeitt við hesum hetta í SO nógv ár - og eg havi hjálpt bæði vinfólki, familju og nógvum næmingum, við at læra smá gerandisamboð, sum kunnu hava STÓRA ávirkan á tín búk.

Tað ber til at broyta tína búkbakteriuflora til tað betra!



Heimagjørt jogurt riggar betur enn tað tú kanst keypa

At eta probiotikst er eitt av amboðunum! At eta probiotiskt merkir, at eta mat, sum er fullur í góðum bakterium. Hetta kann vera jogurt.

Trupuleikin er bara tann, at í tí jogurtinum sum tú kanst keypa í handlunum eru ógvuliga fáar ymiskar bakteriur. Vanliga millum 1 og 5 ymisk sløg. Og í einum vælfungerandi búki eru yvir 500!

Hetta merkir at nógv fólk royna at eta probiotikst við at keypa jogurt, men tað riggar ikki; tí tey fáa bara 1-5 ymisk sløg av góðum búkbakterium. Og hjá summum, kann tað faktiskt gera støðuna í búkinum verri, enn tá ið tey ikki eta jogurt yvirhøvur.

Loysnin er at gera sítt egna jogurt - ella annan natúrligan mjólkasýruúrdrátt. Og á jogurtverkstovuni lærir tú bæði!



Tað eru eisini fleiri aðrar orsøkir til at gera sítt egna jogurt:

  • Tað er bíligari! At gera ein litur av jogurti kostar um 15 kr - at keypa tað (bíligasta frá MBM) kostar um 27 kr, at keypa tað lekkra tjúkka frá Thise kostar 42 kr!

  • Smakkurin og kvaliteturin á tí heimagjørda er NÓGV betur enn nakað jogurt tú kanst keypa í Føroyum!

  • Tú kanst tillaga smakkin (súrleika og søtleika) alt eftir hvat tær dámar væl.

  • Og síðst men ikki minst - tú sum ikki tolir so væl kúgvamjólk, kanst møguliga gera jogurt sum tú faktsiskt tolir. Tí at tú kanst stýra hvussu stórur partur av mjólkasukrinum (laktosuni) verður umsett til mjólkasýru (laktosýru). Nógv sum ikki trívast við kúgva mjólk, hava trupuleikar við at sodna mjólkasukur, ímeðan mjólkasýra ikki er nakað problem. Kanska er tú ein av teimum :)

Er tað ikki trupult og roksutt at gera sítt egna jogurt?

Bæði ja og nei. Tað tók mær faktiskt eitt sindur av tíð, at knekka kotuna soleiðis ordiliga. Ja, tað tók eitt sindur av tíð áðrenn eg var heilt nøgd við mítt jogurt. Men nú er hetta jú ein verkstova, og eg fari at geva tykkum øll amboðini til at knekka kotuna beinanvegin! So nei, aftaná verkstovuna er tað einki trupult at gera vælsmakkandi, tjúkt og mjúkt jogurt! Og tað góða er: Tað krevur onga serútgerð!

Eisini havi eg fleiri bonus afturat hesi verkstovuni, soleiðis at tú, óansæð tín búk, tína tíð, tína orku og tín pengapung; kanst gera eitt jogurtlíknandi produkt, sum passar tínum búki og passar inn í tín gerandisdag!


Eg havi ikki tíð til at standa heima og gera mítt egna jogurt!

Loysn: súrgamjólk!

No problem. Hygg at bonusverkstovuni ‘Súrgamjólk’ og lær teg at gera súrgamjólk ístaðin. At gera sína egnu súrgamjólk tekur ikki meira enn 1 minutt! eg lúgvi ikki. (Verd: 645 kr - hetta er í grundini ein lítil eyka verkstova, men eg havi avgjørt at luttakarar á Jogurtverkstovuni fáa hana ókeypis, fyri at tryggja mær at ØLL fáa tað tey vilja burturúr).


Eg toli ikki kúgvamjólk!

Loysn: plantujogurt!

Sum sagt, tolir tú ikki kúgvamjólk, so kann tað væl vera at tú tolir heimagjørt jogurt allíkavæl; tí tað er NÓGV lættari at sodna enn vanligt jogurt. So tað er vert at royna - tí tað smakkar SO væl. Men tað kann sjálvandi henda, at tú ert ein av teimum fáu, sum veruliga ikki tola tað. No problem! Hygg at bonusverkstovuni ‘Plantujogurt’ og lær teg at gera probiotiskt ‘jogurt’ burturúr kokusmjólk ella havragrýni. (Verd: 445 kr - hetta er absolutt ein heil eyka verkstova fyri seg, men eg havi avgjørt at luttakarar á Jogurtverkstovuni eisini fáa hesa ókeypis, aftur fyri at tryggja mær at tit øll fáa tað tit vilja burturúr).


Tað er óinteressant at eta jogurt!

Loysn: Inspiratión og veruliga gott jogurt!

Heilt erligt, so haldi eg eisini at nógv keypt jogurt er nokso óinteresant. Men hitt heimagjørda sammar nógv betur OG tú kanst stýra súrleika/søtmu og hvussu tunt ella tjúkt tað er - og harvið at gera eitt jogurt sum tú faktikst dámar! Eisini fært tú ein lítlan e-bókling við fimm av mínum yndis uppskriftum við/til jogurtið! Tað kann kanska vera tín inspiratión til at eta jogurt øðrvísi enn ‘bara’ við muesli.

 Hvar verður verkstovan?

-Verkstovan verður online. Hetta hevur víst seg at rigga ótrúðliga væl, tí at fólk úr øllum landinum hava møguleika fyri at luttaka, og so ber eisini til at vera við, hóast tú ikki fært møtt júst tann dagin, ið verkstovan er. OG tú hevur møguleika fyri at hyggja at verkstovuni umaftur og umaftur. Tú hevur atgongd til upptøkuna av verkstovuni í minst 3 mánaðar! Tey sum luttóku á jogurtverkstovuni í 2024 lótu SO væl at júst hesum partinum, at eg havi valt at halda fast í tí.


REYP

Eg havi eitt sindur ilt við at ‘reypa’ um míni skeið, men eg vóni so inniliga at tú sum situr og ivast í hvørt hetta er nakað fyri teg ella ikki, tekur valið at leypa útí tað - tí hetta hevur hjálpt ordiliga nógvum. Eg deili her (við samtykki) eini boð eg fekk frá einum luttakara á Jogurtverkstovuni 2024 (hetta vísir á úrslit, sum ein av fleiri hava fingið) og síðani eitt brot úr eini eftirmeting eg fekk eftir súrdeiggjskeiðið 2024 (hetta seinna handlar meira um meg sum undirvísara).

‘Eg skrivi bara fyri at siga 1.000 takk fyri at tú gert hetta. Eg geri súrgamjólk hvønn dag, og jogurt tá ið eg havi eyka tíð og vil forkela meg sjálva. Og eg merki sera stóran mun á mínum fordøjilsi! Var eisini spennandi at læra meira um bakteriur’.

- Luttakari á Jogurtverlstovuni 2024.


‘Tú dugur sera væl at greiða frá, er greið og tekur tað sig fyri stig! Eg biði øll um at fara til tínar verkstovur’

- Luttakari á súrdeiggjskeiðinum 2024

So um tú ivast… so er tað kanska vert at royna <3 Eg vóni at tú leypur útí tað - um tú ynskir tað sjálvandi <3

Stutt um Jogurtverlstovuna

  • Jogurtverkstova, 20. mars kl 20.00 - 21.30

  • Verkstovan verður online og live.

  • Undirvísari: Tjóðhild Patursson. Tjóðhild hevur lært hjá David Asher, sum er hin fremsti undirvísarin innan natúrligar mjólkaúrdráttir. Og so hevur hon undirvíst í matgerð í meira enn 10 ár.

  • Um tað ikki ber til at luttaka hetta kvøldið, so er einki problem! Tú fært upptøkuna av verkstovuni sendandi, og kanst hyggja at henni júst tá ið tað passar tær! Tú hevur atgongd til upptøkuna í minst 3 mánar.

  • Prísur: 645 kr

BONUSTILFAR

Tú sum luttekur á jogurtverkstovuni fært eisini eitt sindur av eyka tilfari:

  • Ein lítlan e-bókling við fimm av mínum yndis uppskriftum við/til jogurtið!

  • Eina eyka verkstovu um at gera plantujogurt. Fokus er á kokusjogurt og havrajogurt, men tú kanst brúka teknikkin til øll møgulig ymisk plantujogurt!

  • Eina eyka verkstovu um at gera súrgamjólk. Til tín sum heldur at tú ikki ordiliga hevur tíð - tað tekur undir 1 minutt at gera tína egnu súrgamjólk!