Kombucha-verkstova

- Kombu-hvat?

- Kombucha! Tað er fermenterað te. Fult í smakki og í góðum bakterium. Eg elski at drekka kombucha áðrenn døgurðan, ella kanska afturvið døgurðanum. Tað er sum at fáa eitt ordiliga gott glas av víni, bara uttan alkohol (næstan). Og so setur tað sving sodningina, so um tín sodning treingir til eina kerliga hond, so er hetta hon! Tað er skjótt og lætt at gera - um tú væl at merkja dugir; og tað ger vinkona mín Felisia. Tí fer hon at halda hesa verkstovuna, og eg gleði meg so!

Á hesi verkstovuni lærir tú at gera Kombucha. Tú lærir sjálvandi grundina, men Felisia lærir okkum eisini sovorðnar smálutir, sum at duga at fáa tað at vera júst tilpass søtt, júst tilpass súrt, og júst tilpass brúsandi.

Og tá ið hon hevur lært okkum grundprinsippini, vísir hon okkum hvussu vit kunnu smakkseta okkara kombucha - við hindberjum, ingiferð ella onkrum heilt øðrum.

Nær: Mánakvøldið 4. novembur kl 19.00 - 21.00

Hvar: Ástaklokkan, Bringnsagøta 5

Prísur: 365 kr

Undirvísari: Felisia Helmsdal

Felisia er høvuðsbryggjari í Ástaklokkuni, og er hon sum ger allar flestu drykkirnar, sum vera borðreiddir afturvið matinum. Kombucha er mestsum altíð við á listanum!