Hendan verstovan er til tín, sum av eini ella aðrari grund hevur eitt brennandi ynski um, at fylla tær hjallin/køliskápið/spískamarið við krukkum eftir krukkum eftir krukkum av góðum grønmeti. Og hetta er eisini verkstovan til tín, sum bara hevur hug at gera eitt einkult glas av súrkáli! …
Men eg má siga sum er, tá ið tú fyrst hevur lært teg at goyma grønmeti við lakto-fermentering… ja, so verður handan eina krukkan av súrkáli skjótt til fleiri. Tí tað smakkar SO væl, og er SO lætt at gera. Og so er tað okkurt stað, eisini eitt slag av tryggleika at vita sær, at tú hevur eitt heilársforbrúk av ymsum grønmeti, trygt goymt úti í hjallinum ;)
Tað at goyma grønmeti við laktofermentering er aldargomul siðvenja, og finnst kring allan knøttin! Í Suður Korea eta tey Kimchi og í týsklandi Sauerkraut, og í øllum møguligum øðrum londum eta tey alt møguligt annað, sum eg ikki dugi navnið á, men sum alt smakkar so framúr væl!
Tað góða við hesum súrgaða grønmetinum er (afturat at tað smakkar so væl og heldur sær so leingi), at tað er fult í góðum búkbakterium - og tað vilja vit hava! Tí góðar búkbakteriur geva góða sodning, sum gevur góða imunverju, sum gevur góða heilsu, sum gevur eitt gott lív. Ok, tað er kanska ikki SO einkult súrkál=gott lív, MEN tað ger í øllum førum ikki lívið verri!
Á hesi verkstovuni lærir tú alt tú hevur brúk fyri at vita fyri at koma trygt í gongd við at súrga títt egna grønmeti - og út frá grundini, ber til at variera smakkir og tilfar út í æsir!
laktoFERmenterað
Nær: Týskvøldið 7. januar 2025 kl 21.00 - 22.30
Verkstovan verður í online og live. Ber ikki til at vera við júst hetta kvøldið, stúr ikki! Tú fært nemliga upptøkuna sendnandi, og kanst hyggja eftir henni júst tá ið tað passar tær! Upptøkan verður tøk í minst 3 mánaðar.
Undirvísari: Felisia Helmsdal
Prísur: 365 kr