Eg minnist fyrstu ferð eg smakkaði ein feskan mozzarellaost - er tað soleiðis tað eigur at smakka? Var tankin eg hugsaði! Hetta var betur enn nakar mozarellaostur, eg nakrantíð hevði smakka.

Nýgjørdur mozzarellaostur kann ikki samanberast við teir sum vit kunnu keypa í handlunum... Teir nýgjørdu smakka av meira, teir eru saftigari, kremuttari og bara...feskari... ! Eitt sindur sum munurin millum nýbakað breyð, og tað breyðið sum kann keypast skorðið í plastikpostum. Tað nýgjørda er 1000 ferðir betur.

Tað ber ikki til at keypa feskan mozarellaost í Føroyum (ikki sovorðar heilt feskar, sum eru gjørdir sama dag) - so tí havi eg lært meg at gera mozzarella sjálv. Og veist tú hvat? Tað er slettis ikki so ringt. Tað er nógv lættari enn flestu uppskriftirnar á netinum leggja upp til! Um tú dugur tey røttu ‘triksini’, og skilur hvat tað er tú ger, heldur enn bara at fylgja eini uppskrift. Og tað er júst hetta, eg fari at læra teg á hesi verkstovuni. Vælkomin á MOZZARELLA verkstovuna!


Hey! Eg eiti Tjóðhild Patursson, og tað eri eg sum haldi hesa verkstovuna.

Eg havi ein forkærleika fyri mati sum er gjørdur, ja, við kærleika. Serliga mat, sum er gjørdur frá grundini, burtur úr góðum rávørum.

at hava lært at gera mítt egna, tað hevur havt, og hevur enn, eitt so ótrúliga stórt virðið fyri meg. Tí tað er vitan og kunnleiki, sum eg fari at eiga restina av lívinum <3 Og sum eg vendi aftur til aftur og aftur.

Júst tí er tað, at eg haldi hesar verkstovurnar!

-Tí at eg veit hvussu stóra gleði hetta gevur mær, og eg ynski, at tit, sum eisini finna stóra gleði í slíkum sum hesum, fáa møguleikan til tess.

So her kemur møguleikin!


Mozzarellaverkstovan!

Á mozzarellaverkstovuni lærur tú at gera mozzarella - fyrst og fremst. Men tú lærir eisini at gera Stracciatella og Burrata - tveir aðrar ostar, sum eru tætt í familju við Mozarella. Og MINST líka so góðir. Afturat tú lærir tú eina rúgvu um góðskuna á mjólk og um góðar búkbakteriur.

Hetta lærir tú á verkstovuni:

  • At gera mozzarella

  • At gera stracciatella

  • At gera burrata

  • At meta um góðskuna á mjólk

  • Um hvat fyri ávirkan fitijavning (homogenisering) hevur á mjólk

  • Um hvat fyri ávirkan hitaviðgerð (pausturisering) hevur á mjólk

  • Um mjólkasýrugróður

  • Um undirløgu og kveikamagar

  • Um góðar búkbakteriur (og hvussu tú kanst gera ein mozzarellaost við nógvum góðum búkbakterum!)

  • Hvussu tú goymir mozzarellaost, um tú ikki etur alt fyrsta dagin

  • Og so sjálvandi eisini eitt sindur um hvat tú kanst brúka hann til


‘Tað er ikki bara jogurt, sum er fult við góðum búkbakterium. Eisini mozzarellaostur er pro-biotiskur! Um hann altso er gjørdur soleiðis sum mozzarellaostur upprunaliga var gjørdur.

Flestu mozzarellaostar í dag, eru gjørdir uttan góðu búkbakteriurnar - tí tað er skjótari.

Eg skal nokK eisini læra tykkum hendan skjóta máta at gera mozzarellaost, tí onkuntíð skal tað ganga skjótt.

Men fyrst og fremst fari eg at læra teg at gera mozarellaost, soleiðis sum mozzarellaostur ‘eigur’ at vera gjørdur - tí hann bæði smakkar betur, er fullur í góðum búkbakterium OG er lættari at gera!’

-Tjóðhild


Um verkstovuna

  • Verkstovan er í tveimum pørtum.

  • Fyrsti parturin er online og live hóskvøldið 22. februar kl 21.00 - 23.00. Um tað ikki ber til at luttaka hetta kvøldið, so er einki problem! Tú fært upptøkuna av verkstovuni sendandi, og kanst hyggja at henni júst tá ið tað passar tær! Tú hevur atgongd til upptøkuna í minst 3 mánar.

  • Annan partin fært tú sendandi 23. februar. Hetta er ein upptøka, sum greiðir frá hvussu tú kanst forma mozarellaostin, stracciatella og burrata.

  • Verkstovan kostar 565 kr.


Ofta spurdir spurningar & svar

Er tað trupult at gera mozzarellaost?

Nei, mozzarellaostur er millum lættastu ostarnar at fáa at rigga í heimakøkinum!

Hvussu langa tíð tekur tað at gera mozzarellaost?

Svarið er eitt sindur ymiskt, alt eftir hvussu væl tú vilt hava at osturin skal smakka ;) Tað ber til at gera mozzarellaost upp á undir ein tíma. Men teir smakka best, um tú letur teir búna meira. Seks tímar tekur tað vanliga hjá mær frá byrjan til enda. MEN, ógvuliga lítið teimum seks tímunum er aktiv tíð - tað mesta er bara tíð har osturin passar seg sjálvan - eitt sindur sum tá ið tú bakar.

Hvat er undirløga?

Undirløga kalla vit enzymini, sum fáa ost at blíva til ost. Tað ber ikki til at gera ost uttan. Rennet eitur tað á enskum. Ostaløbe á donskum. Upprunaliga brúkti man kveikamaga (meira um hetta á skeiðinum), men nú keypa tey flestu undirløgu í tablettum ella flótandi undirløgu. Hendan ber til at keypa á apotekinum - og nógv støð á netinum.

Skal nøkur serlig útgerð til at gera mozzarellaost?

Nei, tú skalt ikki brúka annað enn eina grýtu og eina træsleiv (og so góða mjólk og undirløgu)!

Hevur tú aðrar spurningar ert tú vælkomin at senda mær ein teldupost á tjodhild@krakuting.fo.


Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 21.februar kl 22.00. Men ger skjótt av, um tú vilt við, tí at tað kann gerast útselt.

Tey fyrstu 20 sum tekna seg, fáa undirløgu til á leið 10 mozzarellaostar við í keypinum! Kanska verður tað tú!

Undirløga eru enzymini, sum skulu til tá ið tú gert ost. Eg skal nokk greiða meira frá hesum á verkstovuni, og koma við góðum preiðum um hvar tað ber til at keypa ella fáa fatur á undirløgu.