Uttan at vit vita av tí, eru flestu okkara umgird av átuligum plantum - nógvar við medisinskum eginleikum.

Á hesum túrinum hyggja vit at ymsum sovorðnum plantum, sum vaksa í viðarlundini í Havn. Hetta eru alt vanligar plantur, sum allarhelst eisini vaksa í tínum nærumhvørvi.

Á túrinum tosa vit bæði um kulinarisku eginleikarnar, og um medisinsku eginleikarnar hjá plantunum. Umframt at vit práta um ymiskar mátar at gera plantumedisin.

Vit enda túrin í Ástaklokkuni. Har fært tú eina smakkroynd av einum av mínum yndis plantumedisinum!

Hópurin verður lítil, so høvið verður at seta spurningar.

Eg gleði meg at ganga ein plantutúr saman við tær í Viðarlundini <3

Nær: Sunnudagin 25. august, kl 14 - 15.30

Hvar: Vit hittast við dunnuhylin í Viðarlundini

Prísur: 350 kr pr persón