Smør er ikki bara smør! Smør kann smakka søtt, tað kann vera salt, tað kann vera súrligt - ella eitt sindur av hvørjum. Og júst hvussu okkum dámar smør, er ógvuliga ymiskt.
Á Smørverkstovuni á Eplafestivalinum, lærir tú at gera smør! Men áðrenn eg læri teg at gera smør, sleppir tú at smakka smør - ymiskt smør - fyri at vita júst hvussu tær dámar smør allar best.
Og síðani lærir tú sjálvandi at gera smøri júst soleiðis sum tær dámar tað - súrligt og salt? Ella kanska søtligt og salt?
Smørið tú gert á verkstovuni fært tú heim við tær, saman við einum mjólkakulturi, sum tú kanst brúka til at gera meira smør í framtíðini.
Smørverkstovan
Leygardagin 28. septembur kl 13.00 - 14.00 (hendan dagin er Eplafestivalur á Sandi, og nógv spennandi er á skránni)
Undirvísari: Tjóðhild Patursson
Verkstovan verður í Trøðum á Sandi - tit sum melda tykkum til, fáa adressuna sendandi.
Prísur: 345 kr