Súrdeiggj fyri nýbyrjarar

Hevur tú leingi ætlað tær at fara í gongd við at baka við súrdeiggi? Men veist ikki heilt hvussu tú skalt byrja… Ella kanska hevur tú roynt, men tað hevur ikki eydnast nógv væl? Ja, so er hendan verkstovan til tín!

Á verkstovuni lærir tú at baka eitt gerandisbreyð við súrdeiggi. Eitt sovorðið breyð sum klárar tær flestu ‘uppgávurnar’ í húsarhaldinum: Tað er gott til matpakkan, tað er gott til ein toast og riggar eisini til morgunmat afturvið einum góðum stoktum eggi. Tað er ein grunduppskrift, sum tú kanst variera út í æsir!

Og tú lærir sjálvandi eisini at ansa einum súrdeiggi! - tí tað er júst hetta sum er snávingarsteinurin hjá teimum flestu sum byrja:

-Annaðhvört ansa fólk ikki súrdeigginum nóg væl

-ELLA (og hetta hendir faktiskt oftari) ansa fólk súrdeigginum alt ov væl, og alt alt alt ov nógv tíð og orka fer uppí hetta súrdeiggið, og tað orkar tú ikki í longdini, og so dettur bakingin niðurfyri.

TÍ vil eg fegin læra teg at ansa súrdeigginum soleiðis passaliga væl, og læra teg um tað mikrolívið sum býr í krukkuni, soleiðis at tú kanst tillaga bakingina til títt lív (og ikki umvent).

Øll sum melda seg til verkstovuna, eru hjartaliga vælkomin framvið í Ástaklokkuni ella hjá Titu eftir einum petti av góðum og aktivum súrdeiggi - soleiðis at tit kunnu fara beint í gongd við at baka! Men hevur tú ikki møguleika fyri at koma framvið eftir súrdeiggi, so kanst tú enn luttaka á skeiðinum. Lat meg bara frætta, so sendi eg tær vegleiðingina til hvussu tú byrjar títt heilt egna súrdeiggj - tú hevur bara tørv á vatni og mjøli.

Nær: Hóskvøldið 1. mai 2025 kl 21 - 22’ish
Verkstovan verður í online og live. Ber ikki til at vera við júst hetta kvøldið, stúr ikki! Tú fært nemliga upptøkuna sendandi, og kanst hyggja eftir henni, júst tá ið tað passar tær! Upptøkan verður tøk í minst 3 mánaðar.

Prísur: 300 kr

Undirvísari: Tjóðhild Patursson

Um undirvísaran: Eg havi bakað við súrdeiggi í meira enn 10 ár - og havi arbeitt bæði í Breyðvirkinum og nú í Ástaklokkuni, har tað verður bakað við súrdeiggi hvønn dag. Og so eigi eg trý fitt børn, sum øll skulu hava matpakka við hvønn dag - so breyðbakingini er eisini partur av gerandisdegnum heima við hús. Tó so, eg er eingin súrdeiggjfanatikari, og haldi, at tað, at baka við súrdeiggi, ikki er eitt antin ella, men eitt bæði og! Meira um tað á verkstovuni!

P.s. Hendan verkstovan er eisini ein góð grund, um tú ætlar tær at luttaka á longra ‘SÚRDEIGGJSKEIÐINUM online’ seinni.

P.p.s. Heimabakað súrdeiggjbreyð heldur sær frískt NÓGV longur enn tað tú annars kanst keypa. Tá eg baki tvey breyð sunnukvøld - so halda tey sær alla vikuna!