Visti tú, at tað tú súrgar heima, hevur nógv fleiri ymiskar (góðar) búkbakteriur, enn nakað tú kanst keypa í handlunum?
… Og at búkbakteriurnar eru partur av bæði okkara imunverju, okkara sodning og upptøku av føðslu, OG summi halda enná, at búkbakteriurnar kunnu ávirka okkara sinnalag.
Hetta er alt sovorði, sum tú lærir meira um á súrgamjólksverkstovuni!
Afturat øllum hesum teoretiska, fara vit sjálvandi eisini at gera súrgamjólk/kefir.
Og so fara vit at práta um mjólk. Um hvat mjólk er og um góðskuna á mjólk.
Súrgamjólksverkstovan er verkstovan til tín, sum elskar at gera títt egna. Tað er til tín, sum ynskir at gera mat frá grundini av - tí at tú so veist hvat er ið tú tú etur, og eisini tí at tað (oftast) er bíligari.
Tað ljóðar kanska tíðarkrevjandi, at gera sínar egnu mjólkaurdráttir - men súrgamjólk tekur minni enn 5 minuttir at gera!
Verkstovan verður í Norðurlandahúsinum týskvøldið 4. novembur kl 17.00 - 18.00.
P.s. Súrgamjólk er í grundini tað sama sum kefir - hetta lærir tú eisini maira um á verkstovuni. Eg læri teg um munum millum súrgamjólk og kefir, og læri teg at gera bæði!
Súrgamjólksverkstovan
Tú lærir:
1: Um mjólk, og um at súrga mjólk
2: Um góðar búkbakteriur
3: At lættliga gera súrgamjólk og kefir heima
Tú fært:
Súrgamjólk/kefir við heim, soleiðis at tú framyvir kanst gera títt egna hvønn dag (ella einaferð um mánaðan ;) ).
Versktovan verður í Norðurlandahúsinum týskvøldið 4. novembur kl 17 -18.
Prísur: 295 kr